Eysturkommuna bjóðar til morgunmat

Í samband við HOYMA leygardagin 5. november bjóðar Eysturkommuna øllum borgarum og gestum í kommununi til góðan ókeypis morgunmat í kantinuni á Fiskavirkinum í Norðragøtu. Morgunmaturin er frá kl. 09 til kl. 12. Kórið Eyst­anljóð ger morgunmatin.

Vit ynskja eisini at nýta høvið at bjóða børnum og vaksnum ókeypis rundferð at síggja bygdarsøvnini í Norðragøtu við Árant Jóhann Hansen sum ferðaleiðara, Dánjal á Neystabø sum tónleikara, Riu Tórgarð sum forteljara og Jensinu Olsen sum sangara og forteljara. Rundferðin byrjar í Glyvrahanusarhúsið. Dánjal spælir fyri okkum og greiðir eitt sindur frá um føroyskan sangskatt og sið. Árant vísir okkum Blásastovu, har Ria Tór­garð fortelur eina spennandi søgu. Síðani enda vit í ETV (El-talvuvirkið í Gøtu), har Jensina Olsen syngur og spælir.

Rundferðirnar eru kl. 12, kl. 14 og kl. 16.

Les meira um dagin her.

Search by