Foreldrafundur, skúlastýrisval og skúlabygging

Felags foreldrafundur, uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið og kunnandi fundur um skúlabygging í Fuglafjarðar kommunu.

Skúlastýrið í Fuglafjarðar skúla hevur felags foreldrafund mikudagin 19. oktober kl. 19:00 í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Á skránni verður uppstillingarfundur til skúlastýrisvalið í Fuglafjarðar skúla. Vallistin liggur frammi í Fuglafjarðar skúla og á skrivstovuni hjá Fuglafjarðar kommunu frá týsdegi 18. oktober fram til 1. november.

Øll tey, ið hava foreldramynduleika at næmingum í Fuglafjarðar skúla, hava valrætt. Sama er galdandi fyri tey við foreldramynduleika at børnum, ið ganga í 7. flokki í skúlanum í Eysturkommunu.

Eftir uppstillingarfundin vísir Rúni Abrahamsen frá MAP-arkitektum tekningar av nýggja barnaskúlanum í Fuglafjarðar kommunu.

Fundurin er almennur.

Search by