Hópin av kvøldskúla-tilboðum

Nú stundar til, at kvøldskúlin í vetur fer í gongd. Freistin at melda seg til er 7. oktober og møguleikarnir eru nógvir.

Kvøldskúlatilboðini verða deild í tveir bólkar – almenn frítíðarundirvísing (allir aldursbólkar) og frítíðarvirksemi (fyri 14 ár og yngri). Ymsu møguleikarnir síggjast niðanfyri:

Almenn frítíðarundirvísing:

  • Maskinbinding
  • Glaslist
  • Skeið í hondbinding – skapandi og siðbundin binding
  • Myndlist
  • Filmur á ferð – fartelefon sum filmstól
  • Rørsla fyri eldri
  • Kom og rør teg
  • Grundskeið í sveising
  • Fuglar í Føroyum
  • Ættargransking
  • Gittarspæl
  • Klaverspæl
  • Lær teg at svimja – fyri 50+
  • Barna- og ungdómsvenjari í fótbólti
  • Grundskeið um ljóðanlegg
  • Grundskeið í ljósteknikki
  • Heimagrøði

Frítíðarvirksemi (14 ár og yngri)

  • Myndlist
  • Svimjing og spæl til børn og ung, ið bera brek
  • Gittarspæl
  • Klaverspæl
  • Talv fyri ung

Meira kann lesast um kvøldskúlan og ymsu fakini her.

Search by