Í gjár hósdagin 23. september vitjaði EFTA bólkurin og føroyska sendikvinnan í Brüssel á býráðshúsinum í Eysturkommunu.
Hetta var í samband við at sendikvinnan var á vitjan í Føroyum við EFTA bólkinum, og tí umboð frá Eysturkommunu vitjaðu sendikvinnuna fyrr í ár.
EFTA er ein fríhandilsfelagskapur, har Ísland, Noreg, Sveis og Liktinstein eru limir. Áhugi var at hoyra um framfúsa vinnulívið í kommununi, og tí vóru framløgur frá umboðum fyri Varðan og Sjókovan. Harafturat greiddi borgarstjórin Per Martin Gregersen frá um Eysturkommunu.
Eisini var høvið hjá gestunum at síggja stásiliga býráðshúsið í Norðragøtu.