Skipað verður fyri skúlakoyring

Seinastu dagarnar hevur Eysturleiðin ikki koyrt vegna korona-sóttina. Frá í morgin, hósdagin 20. august, verður skipað fyri skúlakoyring fyri næmingum í skúlanum í Eysturkommunu.

Bussarnir kunnu bert hava eitt avmarkað tal av fólkum, men sum eina roynd, fara vit at hava tveir bussar tøkar til skúlakoyringina.

Fyri at tað skal bera til hjá teimum, ið hava størsta tørvin á busskoyring at sleppa við, fara vit at heita á tykkum foreldur í mestan mun framhaldandi at skipa fyri egnum flutningi í og úr skúlanum.

Corona-ráðgevingin mælir til, at hava hóskandi frástøðu á umleið 1 metur í bussunum. Harumframt metir corona-ráðgevingi, at tað er eitt gott og verjandi hugskot at brúka masku, tá í fólk eru í bussinum.

Aðrar tillaðingar kunnu fyrikoma.

Koyriætlanin er sum vanligt, har byrjað verður úr Syðrugøtu fylgjandi tíðir:
Mánadag        7.25              12.30   13.30   14.30 15.30
Týsdag           7.25      12.30   13.30   14.30 15.30
Mikudag        7.25              12.30    13.30  14.30 15.30
Hósdag          7.25    11.30  12.30   13.30   14.30 15.30
Fríggjadag     7.25   11.30  12.30   13.30   14.30 15.30

Search by