3. flokkur í Leirvíkar skúla selur pylsubreyð fyri at samla pengar til neyðstødd í Ukraina (mars 2022).

69 fleiri fólk í Eysturkommunu

Fólkatalið í Eysturkommunu er seinasta árið vaksið 3,1%. Í august 2021 búðu 2231 fólk í kommununi, meðan talið í august 2022 var 2300 – ein vøkstur á 69 fólk.

Vøksturin sæst aftur í øllum bygdunum. Lutfalsiga er vøksturin størst við Gøtugjógv, har fólkatalið er farið frá 47 til 54 íbúgvar (+14,9%). Størsti vøksturin er tó í Norðragøtu og Leirvík, har tað eru ávikavist 31 og 27 fleiri íbúgvar.

Vit ynskja øllum nýggjum íbúgvum hjartaliga vælkomin.

Search by