4 skeltir við QR-kotum sett upp í Leirvík

Í samband við tiltøkini um pokurnar fyri vikum síðani, vóru 4 skeltir við QR-kotum sett upp í Leirvík.
Hesi skeltir siga søguna um, hvussu gerandislívið var í Leirvík tað summarið, pokurnar herjaði.

Afturat hesum 4 skeltunum eru fleiri onnur QR-skeltir í kommununi, ið siga frá áhugaverdum søgum aftur í tíð. Skeltanna staðseting kann síggjast á viðfestu kortunum.

Scanna QR-kotuna við fartelefonini og lurta eftir søguni, ið verður lisin á antin enskum ella føroyskum eftir tínum ynski.

Search by