37 børn innskrivað í Skúlaspíran

Týsdagin 31. januar møttu nógv spent børn upp saman við sínum foreldrum í Leirvíkar skúla í samband við, at tey av fyrsta sinni sleppa at royna seg á skúlabeinki. Innskriving var til Skúlaspíran – forskúlan í Eysturkommunu – og heili 37 børn vórðu innskrivaði til at byrja í forskúlanum eftir summarferiuna. Harumframt fara 35 børn í 1. flokk eftir summarið.

Til tykkum foreldur, ið av fyrsta sinni senda tykkara børn í skúla, ella um tit hava børn í skúlanum: – á myndasavninum hjá Skúlanum í Eysturkommunu kunnu tit síggja myndir frá gerandisdegnum og serligum tiltøkum hjá skúlabørnunum.

Search by