3. flokkur í talvkapping

Mikudagin 11. apríl var talvkapping fyri 3. flokkar í Eysturoynni og Norðoyggjum. Kappingin var hildin í skúlanum við Løkin. Næmingar úr skúlanum í Eysturkommunu hava telvað síðani oktober í fjør, og hevði skúlin 5 lið við í kappingini. Sostatt sluppu øll 38 børnini í 3.flokki at royna seg.

Hetta var ein sera góður og spennandi dagur. Kappingin við hinar skúlarnar var tøtt og endaði við, at tað eina liðið úr skúlanum í Eysturkommunu vann. Hjartaliga til lukku til allan 3.flokk.

 

Search by