26 børn vórðu innskrivað til Skúlaspíran – forskúlan í Eysturkommunu – til komandi skúlaár 2015/2016. Innskriving var í Leirvíkar Skúla í gjár, har børnini møttu upp saman við sínum foreldrum og avvarðandi.
Hetta er nakað lægri tal enn undanfarin ár, har miðaltalið av næmingum hevur verið umleið 30 í hvørjum árgangi.
Nýggi flokkurin av børnum er 6. árgangur í forskúlanum í Eysturkommunu, síðan Skúlaspírin byrjaði í 2010. Børnini byrja í skúlanum eftir summarfrítíðina.