17 ung í arbeiði fyri kommununa

Í hesum døgum starvast 17 ung, sum júst eru liðug í 9. flokki, fyri kommununa í samband við afturvendandi verkætlanina ‘Ung í arbeiði’. Tey ungu arbeiða við ymsum uppgávum í ymsu bygdunum í Eysturkommunu, so sum at planta, lúka, reinsa gongugøtur og gongubreytir, fríðka um í bygdunum saman við gartnarunum og rudda.

Rita Larsen hevur tikið hesar myndirnar av unga arbeiðsfólkinum, meðan tey rokast.
Search by