10 ára føðingardagur á Brúsa

Hósdagin tann 22. august frá kl. 15.00 til 17.00 verður 10 ára føðingardagur hátíðarhildin á dagstovninum Brúsa í Leirvík. 

Vit bjóða køku, frukt, kaffi og annað. Vit fara at hugna okkum við tónleiki og framførslum av ungum tónleikarum, sum áður hava gingið í Brúsa. Øll eru boðin í føðingardagin. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum og hátíðarhalda dagin saman við tykkum, siga starvsfólkini á Brúsa.

Skráin er hendan:

  • 15.00 Tónleikur, køka og kaffi
  • 15.30 Vælkomin
  • 15.45 Tónleikaframførslur
Search by