Verkætlan
Nýggi býlingurin í Fløtugerði í Leirvík fær 16 nýggj grundstykkir úr 525 til 580 m2 í stødd. Hetta kemur afturat teimum 18 grundstykkjunum, sum vórðu liðug í 2019, har fleiri hús nú standa í ger.
Harafturat er pláss sett av til íbúðarøki, ið kommunan fer at bjóða út í næstum. Ætlanin er at bjóða hetta øki út líka sum íbúðarøkið í Norðragøtu. Væntandi kemur hetta økið at geva pláss til minst 11 bústaðir.
Manglar bert frámatrikulering.
Tað er komið so langt við arbeiðinum at stykkja út fyri nýggjum grundstykkjum í Leirvík, at nú verður asfalt lagt á vegirnar. Annað arbeiði er tað mesta gjørt, eitt nú avgrevstur, planering, kloakk- og vatnleiðingar, innføringar, kantsteinar og montering av ljóssteyrum. Útstykkingararbeiðið skuldi vera liðugt í september í ár, men hevur gingið so væl, at tað verður liðugt longu í summar.
Liðugt grivið út. Vegurin er gjørdur. Arbeiðið við at leggja leiðingar er í gongd.
Í morgun kl. 9 tann 18.11.2021 bleiv spakin settur í. Borgarstjórin Per Martin Gregersen fekk høvi at seta seg í eina maskinu hjá Articon og taka fyrsta flagið av.