Útbygging av lugarinum í Leirvík

Verkætlan

Liðugt
100%

Um verkætlanina

Á býráðsfundi í August mánaða í 2020, varð samtykt byggja lugarið vi bátahylin í Leirvík út. Núverandi lugar er somikið væl umtókt, at hølini eru ov lítil.

Lugarið er í løtuni 18,3 fermetarar til støddar, og við nýbygninginum verður samlaða fermetrartalið 48. Køkurin verður tikin niður og hol verður gjørt í veggin, og opið verður nýtt sum knútapunkt millum gamla bygningin og nýggja bygningin, sum verður staðsettur ímillum lugarið og niðasta neystið omanfyri.

Eisini verður ein goymslubygningur bygdur norðeftir, við lofti og somu vídd sum lugarið. Bygningurin verður í tveimum hæddum.

Kommunan eigur og rekur Lugarið, og verða hølini brúkt av arbeiðsmonnunum hjá Eysturkommunu, umframt at fleiri eldri menn í bygdini samlast fyrrapart gerandisdagar til ein kaffimunn og prát.

Lugarið er eitt samlingsstað fyri eysturbúgvar, og øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið til kaffi og prát. Húsið er altíð opið og hevur almenn ves.

Fakta

Kostnaður: 1.480.000 kr. (el og HVS ikki íroknað – mett at kostað 400.000 kr)
Væntast liðugt: 1. september 2021
Arbeiðstakari: Búsetur

Støðulýsing

8. jul. 2021

Varð avhendað 8. juli 2021

Search by