Umvæling av Víkingahúsinum í Leirvík

Verkætlan

Liðugt
100%

Um verkætlanina

Gamla LÍF-húsið við vøllin á Brekki í Leirvík trongdi til ábøtur – og tí eru 1,25 mió. kr játtaðar til umvælingar, serliga av gamla (norðara) partinum av húsinum.

Klædningur skal skiftast, húsini bjálvast av nýggjum og vindeygu skiftast við størri rútum oman ímóti vøllinum, so húsini síggja penari út. Harafturat skulu ljós setast upp undir úthangi.

Samstundis sum vindeyguni verða skift, verður allur veggurin omaneftir gjørdur av nýggjum. Veggir og loft í felagssalinum verður spartlað og málað av nýggjum, og nýtt vinyl-gólv skal leggjast á.

Skrivstovan verður tikin upp í køkin, sum eisini verður nútímansgjørdur. Øll skiftirúmini skulu eisini málast

Umvælingin verður eftir ætlan liðugt í februar 2021, og øll húsini verða so málaði í 2021.

800.000 vóru settar av á fíggjarætlanini fyri 2020, og á býráðsfundi í oktober 2020 samtykti býráðið eina eykajáttan á 425.000, so alt gólvið í salinum kundi skiftast og køkurin víðkast og gerast av nýggjum.

Fakta

Kostnaður: 1,25 mió. játtaðar
Væntast liðugt: Februar 2021
Timburarbeiði: Sp/f Jóhan Heinesen
El-arbeiði: El-teknikk
Málari: Málarameistarin Ansgar Hansen

Støðulýsing

30. jun. 2021

Húsið er liðugt málað.

28. mai. 2021

Umvælingin av Víkingahúsinum hevur verið í gongd í eina tíð, men nú fegnast vit um, at verkætlanin er um at verða liðug!

Nú verður tað ikki leingi, til verkætlanin er liðug, tí tað einasta, sum manglar er at mála.

Myndir koma seinni.

1. feb. 2021

Køkurin leveraður.

7. sept. 2020

Umvælingararbeiðið farið í gongd.

Search by