Verkætlan
Sáttmáli varð undirskrivaður 31. mai 2021, um at gera nýtt spælipláss í Sarpugerði í Norðragøtu. Arbeiðið fer í gongd beinavegin og skal verða liðugt til 01. september 2021
Spæliplássið kemur at liggja væl fyri beint norðanfyri fótbóltsvøllin í Sarpugerði. Innsport stendur fyri arbeiðinum, ið kostar góðar 600.000 kr.
Sum nakað serligt verður hybrid-gras brúkt sum fallmátta. Talan er um umhvørvisvinarliga loysn, ið er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Fallmáttan gevur eitt bleytt undirlag, meðan gras vaksur upp ígjøgnum og fær spæliplássið at falla væl inn í náttúruna.
Arbeiðið er liðugt.
Spæliplássið varð liðugt um hálvan september 2021, men gøta manglar at fyllast upp.