Skjótibreyt úti á Vík

Verkætlan

Liðugt
100%

Á heysti 2015 varð skjøtul settur á arbeiði við at gera eina skjótibreyt í Eysturkommunu. Kommunan ynskti, at eitt skjótifelag varð stovnað, og Eysturskot sá dagsins ljós, hoyrandi undir Byrsusambandið.

Áhugin fyri nýggju skjótibreytini var beinanvegin skjóturEysturskot – skjótifelag í Eysturkommunu

Talan er um eina Trap skjótibreyt, har dúgva verður skotin úr einari grøv og upp í luftina.

Fakta

Kostnaðarmeting: 600.000 kr
Væntast liðugt: oktober 2020
Arbeiðstakarar: Sp/f Reginsson hevur slættað lendi, gjørt veg og platt til skjótibreytina

Støðulýsing

24. sept. 2020

Arbeiðið hevur verið drúgt, tí ein líknandi verkætlan krevur nógv loyvir frá almennum myndugleikum. Men nú er við at vera komið á mál. Nú leggur skjótifelagið sjálvt seinastu hond á. Vatn og streymur er lagt oman, vegur er gjørdur oman til skjótibreytina, ein plattur er gjørdur at standa á.

Search by