Verkætlan
Innrætta og gera ovaru hædd ordiliga lidna. Salurin verður gjørdur og eitt venjingarhøli verður gjørt í betri standi. Elevator verður eisini gjørdur og nýggjur køkur og vesi verða eisini gjørd.
Arbeiðið er nærum liðugt. Eftir er nakað av el-arbeiði og at fuga.
Loft, veggir, trappa, køkur og elevator er liðugt. Gólvarbeiðið er ávegis. Mangulgjøgnumgongd hevur verið, og arbeiðið er sett at vera liðugt tann 19. mars.
Innrætting er komin væl áleiðis, og bæði leyst og fast innbúgv er bílagt. Í komandi viku byrjar gólvarbeiði.
Arbeiðið gongur væl framá.
Arbeiðið komið væl ávegis. Arbeiðið skuldi verða liðugt síðst í 2019, men onkur seinking ger, at arbeiðið væntast liðugt í februar 2020.
Sáttmálarnir eru undirskrivaðir og arbeiðið er so smátt farið í gongd. Ein arbeiðstakari er byrjaður, meðan hinir eru í gongd við at planleggja sítt arbeiði. Arbeiðið er væntað at taka umleið 6 mánaðir.
Býráðið einmælt samtykt á býráðsfundi at taka av lægstu tilboðunum, sum eru frá Byggimeistaranum Thomsen, SVT og TTS. Samlaði kostnaðurin er sostatt mettur til at verða 6.286.564 kr. u/mvg. Íløgujáttanin fyri ítróttarøkið í Sarpugerði í 2019 er 2.100.000 kr. Býráðið samtykti tí eisini at veita eykajáttan á 4.700.000,00 kr.
Tilboð eru komin inn fyri arbeiðið. Býráðið tekur støðu til hesi á fundi tann 27. mai 2019.