Verkætlan
Út- og umbygging av Læknamiðstøðini í Gøtudali fer at gera tað møguligt hjá fleiri læknum og øðrum heilsutænastum at húsast undir somu tekju.
Arbeiðið hevur í sær eina uppíbygging, umframt eina endurnýggjan av hitaskipan, ið skal veita hita til tann nýggja og gamla bygningin. Eisini er eitt ávíst arbeiði av nýggjari ventilatiónsskipan. Og síðani sambinding av bygningunum.
Eftir ætlan, verður klárt at flyta inn við ársenda í ár.
Samlaður kostnaður 9 milliónir krónir
Arbeiðstakari Articon
Uppskot til verkætlan Teknistovan í Gøtu
Tíðarætlan arbeiðið byrjaði í juni 2024 og verður væntandi liðugt við ársenda 2024.