Kantsteinar í Nýggjagerði og sniðgøta framvið Brúsá

Verkætlan

Liðugt
100%

Um arbeiðið

Verkætlanin umfatar tvey ymisk arbeiði. Í fyrra lagi snýr tað seg um liðugtger av vegnum í Nýggjagerði. Tað vil siga at leggja kantsteinar og gongubreyt báðumegin vegin.

Í øðrum lagi verður sniðgøta gjørd framvið Brúsá frá Sporamørk niðan til Gerðismørk.

Fakta um verkætlan

Kostnaður tilsamans: uml. 900.000 kr
Arbeiðstakari: JHR

Støðulýsing

9. sept. 2021

Arbeiðið er liðugt og avhendað. Tó manglar ein lítil teinur av gøtuni at knýtast í Sporamørk vegin. Vegna fornminni er neyðugt at gera eina brúgv framvið ánni seinasta partin fyri at gera hesa íbindingina. Hetta verður ikki partur av hesi verkætlan, men kemur í næstun.

19. jan. 2021

Grivið er fyri kantsteinum á niðaru síðu, og fyrstu kantsteinarnir eru lagdir.

29. jun. 2020

Hava í dag tikið av tilboðið frá JHR. Arbeiðið byrjar eftir summarferiuna.

Search by