Ídnaðarøki í Gøtudali

Verkætlan

Liðugt
100%

Stutt lýsing

Í Gøtudali verður eitt ídnaðarøki gjørt til vinnulív at húsast í. Talan er um 6 vinnugrundstykkir. Arbeiðið fevnir um útgrevstur, planering, at leggja leiðingar, asfaltering, og síðan kunnu fyritøkur keypa sær vinnugrundstykki at byggja á. Við hesum fáa vit nýggjar og góðar umstøður at bjóða vaksandi vinnulívinum í kommununi.

Fakta um verkætlan

Væntast liðugt: august 2019
Mettur kostnaður: 3,3 mió. kr.
Projektering: Teknistovan í Gøtu
Arbeiðstakari: JHR
Stødd: 14.000 m2

Støðulýsing

18. okt. 2019

Gøtuljósini eru nú sett upp, so hetta arbeiðið er liðugt.

6. aug. 2019

Arbeiðið fram við vegnum er liðugt. Enn manglar bert at seta gøtuljós upp.

10. mai. 2019

Asfaltering liðug í mai 2019. Nú manglar bert at avslutta fram við vegnum og seta gøtuljós upp. Fyrsta grundstykki er selt og ein bygningur er komin upp, sum P/f Autolakkering eigur. Annars eru øll vinnugrundstykkir umbiðin og verða tøk at keypa, so skjótt sum arbeiðið er liðugt.

Search by