Verkætlan
Nærum liðugt. Manglar bert asfaltering, fínlaging av gróti og nøkur gøtuljós.
Skaðin frá ódnarveðrinum í vetur tók longri at umvæla enn væntað, men er nú umvældur. Væntandi verður arbeiðið liðugt um mánaðarskifti oktober/november.
Skaðin í februar hevur seinkað arbeiðinum, men nú er hesin rættaður og arbeiðið heldur nú áfram.
Eftir ætlan kunnu bátar koyrast innaftur í bátahylin um hálvan august, og arbeiðið skal verða liðugt til 1. oktober 2020.
Grovlaðingin av grótinum er liðug og skal nú snøggast eitt sindur.
Nakrir skaðar komu á betongkisturnar við innsiglingina í ódnarveðrinum síðst í februar. Hetta ger, at verkætlanina verður sindur seinkað. Enn er tó ikki greitt, hvussu nógv arbeiðið verður seinkað.
Arbeitt verður enn við grótlaðing.
Býráðið samtykt at gera grótgarðin eitt sindur longur inn ímóti Oyruni. Harafturat eru nakrar broytingar gjørdar í uppruna tekningunum, sum ger at bátar eisini kunnu liggja á vestaru síðu, har tað annars skuldi vera ein grynna. Sí meira í býráðsfundarfrásøgn frá 19/12-2019.
Grótarbeiðið er mestsum liðugt. Okkurt eyka-arbeiði skal tó gerast í hesum sambandi. Botnurin í hylinum er eisini reinsaður.
Áleið helvtin av verjugrótinum er lagt. Gomlu bátabrúgvarnar eru í holt við at blíva burturbeindar.
Eru í gongd við at gera grótgarðin.