Í vikuskiftinum 5.-7. juni lat framsýningin í Gamla skúla í Leirvík upp, har serligt útvaldir lutir frá útgrevstrinum á Toftanesi verða vístir fram. Eisini eru tekstir, ið lýsa teir ymisku lutirnar, umframt stórar myndir av Leirvík frá 80-árunum, vístir/-ar fram. Á myndunum sæst, hvussu útgrevsturin fór fram, men eisini hvussu Leirvíkin sá út, áðrenn tunnilin kom til bygdina.
At framsýningin er opin hvørt vikuskifti, og somuleiðis uttan fyri vanliga upplatingartíð, um ein gevur boð frammanundan, hava serliga nógvir næmingar úr skúlanum í Eysturkommunu gjørt sær dælt av. Teir vóru í vikuni eftir upplatingina á gátt saman við lærarum sínum, ið fortaldu teimum um hesar gripir og um, hvussu Leirvík sá út fyri bæði 40 og 1100 árum síðani.
Gamli skúli, ið í løtuni verður brúktur sum savnshøli, rúmaði einaferð sjálvur næmingum, hóast hesi kor – og ikki minst plássið, ið tá var til taks – eru nakað øðrvísi enn tey, børnini í dag kenna frá skúlanum.
Næmingar úr 3. – 6. flokki hava verið framvið skúlanum, og á myndunum síggjast børn úr 3. flokki kanna lutirnar nærri.
Myndirnar hevur Tórhild Bjarkhamar tikið.