Kom til eina hugnaliga løtu við mati, aktivitetum og undirhaldi á havnarlagnum í Leirvík, tá ið føroysku seglskipini koma til Leirvíkar, fríggjadagin 21. august.
Tiltakið er ókeypis og vitjandi fáa bjóðað suppu og sneisabreyð.
Ókeypis atgongt er til dansin, har til ber at keypa okkurt leskandi.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Skrá
Kl. 16:00-21:00 Báta- og Listasavnið hevur opið. Ókeypis atgongd
Kl. 17:00 Seglskipini koma
Kl. 17:00 Skótarnir skipa fyri undirhaldi til børnini
Kl. 17:00 Grilla sneisabreyð
Kl. 18:00 Suppa á brandstøðini
Kl. 18:00-22:00 Lávusarhús hevur opið. Tey hava kafé og ymiskt til sølu
Kl. 21:00 Per Martin Gregersen heldur røðu, eftir hetta er felagssangur á brandstøðini
Kl. 23:00 dansur við LM band á brandstøðini