Koppseting móti influensu og COVID-19

Nú ber til at lata seg koppseta móti influensu og COVID-19 á Læknamiðstøðini í Gøtudali.

Til ber at bíleggja sær tíð umvegis heimasíðuna Mín Lækni ella við at ringja til læknamiðstøðina á tlf. +298 44 10 86 gerandisdagar frá kl. 8:00 – 11:00.

Koppsetingin fyri influensu og COVID-19 minkar um vandan fyri eini álvarsligari sjúkugongd. Heilsustýrið mælir tí fólki, sum eru 65 ár og eldri ella í vandabólki, til at koppseta seg hvørt heyst/hvønn vetur. 

Search by