Útstykking á Fløtugerði í Leirvík

Verkætlan

Liðugt
100%

Stutt lýsing

Arbeiðið umfatar útstykking av 18 nýggjum grundstykkjum á Fløtugerði í Leirvík. 

Fakta

Væntast liðugt: juli 2019
Kostnaður: 6 mió.
Arbeiðstakarar: RTS Contractors
Staðið fyri verkætlanini: Landsbyggifelagið
Stødd: 18 grundstykkir

Støðulýsing

13. jan. 2020

Arbeiðið avhendað.

4. des. 2019

Sjøtul settur á fyrsta grundstykki.

5. nov. 2019

Asfalt-arbeiðið er liðugt. Manglar nakrir snøklar. Frámatrikuleringin er gjørd og fyrstu umsóknirnar um byggiloyvi eru sendar til kommununa. Nú er stykkini klár at byggja á.

9. sept. 2019

Manglar bert asfalt-arbeiði.

6. aug. 2019

Nærum alt arbeiðið er liðugt, og økið er frámatrikulerað. Eftir er bert at asfaltera vegirnar við nýggju grundstykkini. Ætlanin var, at hetta skuldi vera liðug um hálvan juli, men hetta bleiv útsett vegna manglandi tilfar til asfaltering frá Landsverk, ið er einasti veitari av asfalti í Føroyum.

10. mai. 2019

Kantsteinar eru lagdir og gøtuljós eru komin upp. Eftir er at asfaltera, og so skulu onkur rør skulu leggjast afturat og drenast skal omanfyri útstykkingina. Arbeiðið skuldi verið liðugt í juni, og síðan manglar bert frámatrikulering, ið væntast at vera liðug um hálvan juli.

Search by