Í september luttók Eysturkommuna á Seatrade Cruise Med í Las Palmas, sum er ein av stóru altjóða messunum innan cruisevinnuna.
Endamálið við luttøkuni var at gera Eysturkommunu sjónligari sum cruise-mál, fyri smærri ferðamanna- og ekspeditiónsskip, og samstundis at vísa fram tær lokalu upplivingarnar og ferðavinnutilboðini, sum økið hevur at bjóðað.
Á messuni fingu umboð fyri Eysturkommunu møguleika at hitta fleiri cruise-reiðaríðir og aðrar aktørar í vinnuni. Samstundis gav luttøkan størri innlit í, hvussu smærri ferðamál arbeiða við cruisevinnu.
Endamálið við cruisevinnuni í Eysturkommunu er at menna og stýra henni á ein slíkan hátt, at hon hóskar til okkara smáu bygdir og er sosialt og náttúrufrøðiliga burðardygg tvs. við færri og smærri skipum og við lokalari luttøku av móttøkuni av gestum.