Broytingin snýr seg um at broyta matrikul nr. 281c, 281d, 281e, 281f, 281g, 281h, 281i og 281k og umleið 1300 fermetrar av matr. nr. 281a Undir Gøtueiði, frá at vera øki B: Bústaðarøki til at vera øki A: Miðstaðarendamál.
Tilfar, sum lýsir uppskotið um at broyta almennu byggisamtyktina fyri omanfyri nevndu matriklar Undir Gøtueiði, sært tú niðanfyri og kann eisini síggjast í móttøkuni í býráðshúsinum í Norðragøtu, frá 12. januar 2026 og til og við 02. februar 2026.
Eysturkommuna
12. januar 2026