Verkætlan
Verkætlanin fevnir um niðurtøku av trimum bygningum. Í teirra stað verður ein nýggjur bygningur reistur og útiøkið rundan um verður tillagað.
Nýggi bygningurin er umleið 2000 fermetrar og fer at hýsa skúlastovum, tónleikastovu, mið- og ítróttarhøll við tveimum badmintonbanum, bókasavni, umklæðingarrúmum og læraraumhvørvi við fyrireikingarhølum.
Tíðarætlan arbeiði byrjaði í mai 2025 og verður væntandi liðugt í desember 2027
Høvuðsarbeiðstakari er Kanjon
Høvuðsráðgevi er Fuglark
Byggileiðsla er RÁÐ