visitHOMES Faroe Islands

Fyri einum ári síðani stovnaði Lilja Víká úr Leirvík fyritøkuna visitHOMES Faroe Islands.

visitHOMES er ein fyritøka, sum tekur sær av at leiga út hús og íbúðir til ferðafólk. Umframt vanliga útleigan av húsum og íbúðum fevnir virksemið eisini um Bed & Breakfast.

Lilja er útbúgvin sum móttøkufólk á hotelli og hevur arbeitt í hotellvinnuni í fleiri ár. Harumframt hevur hon lokið akademi-útbúgving í leiðslu við sergrein í samskifti. Lilja hevur sjálv ferðast nógv, og tá ið hon hevur verið burtur í longri tíðarskeið, hevur hon leigað íbúð ella búð privat.

Tað er ein sameining av øllum hesum, sum er grundarlagið undir tí arbeiði, ið Lilja ger í dag.

Tá ið Lilja hevði eitt kamar tøkt, gjørdi hon av at leiga tað út; og skjótt fann hon út av, at undirtøkan fyri at leiga í Eysturkommunu er stór. – ”Eysturkommuna hevur nógv at bjóða ferðafólki, og vit liggja væl fyri, so tað er skjótt at koyra til Norðoyggjar og Skálafjørðin, ið eisini hava nógv at bjóða” sigur Lilja. Hon leggur aftur at, at kunningardiskurin í nýggja býráðshúsinum fer at koma væl við, tí ferðafólkini venda sær stundum til vertirnar við spurningum, sum teir ikki altíð eru førir fyri at svara.

Navnið visitHOMES vísir á, hvat tað er, sum fyritøkan bjóðar, og við búmerkinum sæst, at dentur verður lagdur á tann heimliga partin, við tað at HOMES stendur við stórum bókstavum.

visitHOMES bjóðar tveir gistingarmøguleikar. Tú kanst leiga eini hús ella eina íbúð, har tú fært lykilin til tín egna bústað. Hin møguleikin er Bed & Breakfast, har tú leigar eitt kamar inni í einum privatum heimi og fært morgunmat borðreiddan frá húsfólkunum.

Eitt av lykilsorðunum hjá visitHOMES er dygd. Tað er sera týdningarmikið fyri Lilju, at heimini eru rein og nosslig, og at umstøðurnar eru góðar. Harumframt leggur hon dent á, at vertirnir eru væl fyrireikaðir, og verða teir tí allir upplærdir í kundatænastu.

visitHOMES leggur dent á at vera ein burðardygg fyritøka. Tað vil siga, at tey brúka tað, sum tey hava. Er tørvur á onkrum, so raðfesta tey heldur at keypa brúkt enn at keypa nýtt, og harvið kunnu tey fortelja eina søgu um, hvaðan lutirnir stava. Tað er eisini týdningarmikið fyri Lilju at samstarva við nærsamfelagið. Tí hevur visitHOMES eina samstarvsavtalu við Bovling í Leirvík; avtalan fevnir m.a. um, at matskráin hjá Bovling liggur tøk til gestirnar, tá ið tey koma.

Fyri at gera tað so heimligt sum møguligt ynskir Lilja eisini, at gestirnir, sum velja Bed & Breakfast, fáa eitthvørt heimagjørt til morgunmatarborðið, eitt nú heimagjørt súltutoy. Aftur her kann verturin fortelja eina søgu.

visitHOMES bjóðar eitt sera fjølbroytt úrval av gistingarmøguleikum, ið fevna heilt frá húsum frá 1700-talinum til luksussvitu við heitum potti.

Spurd, hvørjar framtíðarætlanir visitHOMES hevur, sigur Lilja, at hon í løtuni er í gongd við at gera eitt móttøkuhøli klárt, har gestirnir kunnu koma, um tey hava spurningar viðvíkjandi innivist. Harumframt skal tað vera møguligt at gera sonevnda walk-inn bílegging eisini, har fólk kunnu koma inn á gólvið og bíleggja innivist her og nú, í staðin fyri at gera hetta gjøgnum alnetið.
Lilja vísir á, at hon sjálvsagt ynskir at vaksa um fyritøkuna og leggur afturat ”Enn er fyritøkan so nýggj, og vit fara ikki upp á kompromis við dygd og kundatænastu,  men vit leggja okkum alsamt eftir miðvíst at økja um virksemið við tí tíðarkarmi, ið krevst”.

Search by