Vaskifólk til Eysturkommunu

Søkt verður eftir vaskifólki til skúlan við Gøtugjógv at byrja 01. september 2020.

Talan er um starv á uml. 30 tímar um vikuna.

Tann, sum settur verður, kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við verandi vaskifólk á skúlanum.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Umsóknir skulu sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin. 29. juni 2020.

Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Ove Heinesen, trivnaðar- og starvsfólkaleiðara, á tlf. 730012.