Back
Skrivað tann 5. apríl 2018

Tekniskur leiðari til Eysturkommunu

Eysturkommuna sóknast  eftir dugnaligum og ágrýtnum leiðara at standa á odda fyri tekniska økinum. Talan er um eitt spennandi starv, har leiðarin myndar menningina av Eysturkommunu saman við býráðspolitikarum, leiðarum og starvsfólkum.

Eysturkommuna varð sett á stovn 1. januar 2009, og býráðið í Eysturkommunu er eitt virkið býráð, ið arbeiðir miðvíst við skapandi framtíðarhugsanum. Hetta avspeglar borgaran og vinnulívið í Eysturkommunu, sum hevur hegni, dugnaskap og vilja til at skap sína egnu framtíð. Grundleggjandi broytingar eru framdar, og Eysturkommuna arbeiðir áhaldandi við at vera ein framsøkin, savnandi opin og vinarliga kommuna.

Hetta setir tískil krøv um, at tekniski leiðarin saman við hinum leiðarunum og starvsfólkunum stuðla býráðnum í hesi dagsskránni. Harumframt er avgerandi, at dagsskráin hjá Eysturkommunu verður framd í skilagóðum samstarvi við borgarar og vinnulívið.

Tekniski leiðarin hevur ábyrgdina av hesum økjum:

  • býarskipan
  • byggiverkætlanir
  • byggimál
  • ferðslumál
  • infrakervi
  • vatnveiting
  • umhvørvi
  • viðlíkahaldi

HØVUÐSUPPGÁVUR

Uppgávurnar hjá tekniska leiðaranum eru m.a. at:

  • veita borgarum og vinnulívi eina dygdargóða viðgerð og tænastu
  • veita politikarum fakliga og profesionella ráðgeving og dygdargóða tænastu
  • tryggja at úrslit verða skapt innan teir karmar, ið býráðið og kommunan áseta
  • menna tekniska økið sum arbeiðspláss, soleiðis at tað er spennandi og mennandi at fara til arbeiðis
  • tryggja at Eysturkommuna hevur ein sunnan rakstur
  • fyrireika og menna Eysturkommunu fakliga, soleiðis at Eysturkommuna kann taka við teimum avbjóðingum sum framtíðin hevur at bjóða

FØRLEIKAKRØV

Umsøkjarar verða mettir eftir fakligum, leiðsluligum og persónligum førleikum. Umráðandi er at tú:

  • hevur útbúgving frá hægri lærustovni, ella tilsamans hevur sambærligt útbúgvingarstøði og royndir
  • hevur grundleggjandi innlit í rakstur og menning innan høvuðsuppgávurnar
  • hevur kunnleika til og royndir innan leiðslu, fyrisiting og fíggjarstýring
  • hevur góð leiðslu- og samstarvsevnir og mennandi leiðslustíl
  • hevur strategiska fatan, og dugir at skapa og taka við leiðsluni av framtíðini
  • dugir væl leggja ætlanir saman við leiðsluni og starvsfólkunum
  • dugir væl at raðfesta, samskipa og at geva starvsfólkunum ábyrgd, soleiðis at málini  verða rokkin og úrslitini verða skapt
  • dugir væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga
  • megnar at arbeiða undir stórum trýsti
  • hevur ein tænastusinnaðan hugburð, har tú t.d. ynskir at geva borgarum og vinnulívið eina betri tænastu, enn tey vænta

Tað er umráðandi at umsøkjarar hava vilja og hegni at ganga nýggjar leiðir, m.a. við at bjóða vanahugsanini av. Tað er ein fyrimunur at hava kunnleika og innlit í samfelagsviðurskiftini sum heild. Politiskt tev og royndir frá einum politiskum umhvørvi er eisini ein fyrimunur.

SETAN OG LØN

Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.

UMSÓKN

Umsóknir við upplýsingum um útbúgving, lívsgongdarlýsing og møguligar tilvísingar skulu sendast til: eystur@eystur.fo. Viðmerk á umsóknina: „Tekniskur leiðari“.

Umsóknirnar skulu verða Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. apríl 2018 kl. 12.00. Starvið verður sett frá 1. juli 2018, ella eftir nærri avtalu.

Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Erik Lervig kommunustjóra á tlf.: 730011, ella senda ein teldupost til: erik@eystur.fo Víst verður eisini til heimasíðuna hjá Eysturkommunu: www.eystur.fo

Um Eysturkommunu

Í Eysturkommunu búgva 2100 borgarar. Á tekniska økinum starvast 3 fólk í umsitingini og 9 innan raksturin. Harumframt eru hesir stovnar o.o. knýtt at kommununi: skúli, tónlistaskúli, kvøldskúli, bókasavn, frítíðarskúli, svimjihylur, barnagarðar, frítíðaransing, læknamiðstøð, tannlækni, sløkkilið, eldrasambýlir, dagtilhald og undirhús. Kommunan hevur eisini kommunalt samstarv við aðrar kommunur og myndugleikar.