Summarfrítíðaravloysarar til Nánd heimatænastuna

Nánd søkir eftir summarfrítíðaravloysarum til tíðarskeiðið 1. juni til 30. september 2021.

Sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk til:

  • Eldrasambýlið Vesturstovu í Fuglafirði, sum í løtuni húsar 12 borgarum
  • Eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík, sum húsar 10 borgarum
  • Eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu, sum hevur eina eind til 10 borgarar og eina eind til 8 borgarar við minnissvinni.
  • Heimatænastuna, ið veitir heimahjálp og sjúkrarøkt til borgarar heima.

Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskiftið.

Reingerðingsfólk til øll 3 eldrasambýlini
Arbeitt verður í dagtímum gerandisdagar.

Køksrøktarstarvsfólk til øll 3 eldrasambýlini
Arbeitt verður í dagtímum og annaðhvørt vikuskifti.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Nánd á tlf. 730200 ella nand@eystur.fo

Umsókn

Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m. skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. mai 2021. Tilskilast kann, um ein ynskir at arbeiða eitt ávíst stað.

Umsóknin – merkt “summarfrítíðaravloysari” – skal sendast við telduposti til: nand@eystur.fo ella við posti til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Meira kann lesast um Nánd her.