Summarferiuavloysarar til Nánd heimatænastuna

Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum. Ert tú ungur, í bestu árum ella møguliga pensionist, so kunnu vit brúka tína orku og førleikar. Vit hava brúk fyri bæði fak- og ófaklærdum avloysarum. Ynskir tú at arbeiða nógv ella bert fáar tímar um vikuna, so er møguleiki fyri tí.

Okkum tørvar sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk til:

  • Eldrasambýlið Vesturstovu í Fuglafirði, sum í løtuni húsar 15 borgarum
  • Eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík, sum húsar 10 borgarum
  • Eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu, sum hevur eina eind til 10 borgarar og eina eind til 8 borgarar við minnissvinni.
  • Heimatænastuna, ið veitir heimahjálp og sjúkrarøkt til borgarar heima.

Arbeitt verður vanliga í skiftandi vaktum og 2.hvørt vikuskiftið

Reingerðingsfólk til eldrasambýlini: Arbeitt verður í dagtímum gerandisdagar.

Køksfólk til eldrasambýlini: Arbeitt verður í dagtímum og annaðhvørt vikuskiftið.

Lønar- og setanartreytir

Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Um tú ynskir at vita nærri um størvini, ert tú vælkomin at at seta teg í samband við Nánd á tlf. 730200 ella t.post nand@eystur.fo.


Fyll út fyri at søkja

Search by