Summarferiuavloysarar til Nánd heimatænastuna

Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum. Ert tú ungur, í bestu árum ella møguliga pensionist, so kunnu vit brúka tína orku og førleikar. Vit hava brúk fyri bæði fak- og ófaklærdum avloysarum. Ynskir tú at arbeiða nógv ella bert fáar tímar um vikuna, so er møguleiki fyri tí.

Okkum tørvar sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk.

Heimatænastan hevur tørv á fleiri starvsfólkum í juli og august. Somuleiðis sambýlini Giljagarður, Gøtubrá og Vesturstova.

Lønar- og setanartreytir

Lønar-og setanartreytir eru sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Tú kanst søkja við at ringja á tlf. 730200 ella við at senda t. post nand@eystur.fo. Eisini er møguligt at fylla teigarnar út niðanfyri og á tann hátt søkja starv.

Fyll út fyri at søkja

Search by