Starvslýsing: Vilt tú gerast ein partur av leiðslutoyminum í Nánd?

Hevur tú ein leiðara í búkinum, og ynskir tú at gerast ein partur av leiðslutoyminum í Nánd? Eitt spennandi starv sum deildarsjúkrarøktarfrøðingur í Nánd í starvsbrøki 1,0 er leyst at søkja viđ byrjan 1. august 2021 ella eftir avtalu.

Um starvið

Deildarleiðarin kemur at hava dagligu leiðsluna av eldrasambýlinum Giljagarði í Leirvík og Heimatænastuni hjá Nánd. Á Giljagarði eru 10 bú/umlættingarpláss, og Heimatænastan umfatar heimahjálp og heimasjúkrarøkt í dag- og kvøldtímum og tilkallivakt hjá heimasjúkrarøktarfrøðingum í náttartímum.

Deildarleiðarin gongur á odda at kveikja og menna starvsfólkini, so hesi kunnu stuðla undir tað, ið gevur hvørjum einstøkum borgara meining í lívinum, umframt at tú tryggjar nútíðar røkt og sjúkrarøkt. 

Tú verður ein partur av leiðslutoyminum og upptøkunevndini hjá Nánd. Tú kemur at hava fakligu-, starvsfólka- og fíggjarligu ábyrgdina av tínum øki. Av fyrisitingarligum uppgávum eru m.a. at gera og umsita arbeiðsætlan, at fylgja tillutaða fíggjarætlan og at samskifta við avvarðandi og aðrar samstarvspartar. 

Førleikakrøv

  • prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • áhuga í leiðslu 
  • áhuga í eldri borgarum 
  • jaligan hugburð, ert ágrýtin og savnandi 
  • áræði og megnar truplar støður
  • evnir at lurta eftir starvsfólkum, búfólkum, borgarum og avvarðandi og samstundis torir at taka avgerðir

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og/ella útbúgving innan leiðslu.

Setanar- og lønarviðurskifti

Tann, sum verður sett/ur, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1. august 2021 ella eftir avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið. 

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara, tlf. 730204 og teldupost poula@eystur.fo

Umsókn

Umsókn saman við prógvi, tílvísingum v.m. skulu sendast til: poula@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. juni 2020. 

Samrøður vera í viku 24.

Um Nánd

Nánd ynskir at stuðla undir lívsgóðsku, sjálvbjargni og heilsufremjan hjá borgarunum. Um tu hevur áhuga og førleika at leiða í tráð við hesar visjónir, gleða vit okkum at fáa eina umsókn frá tær.

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv, og dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý heim, eitt dagtilhald fyri fólk við demenssjúku og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt og endurvenjing. Sí meira um Nánd, missión, visjón og virðir á www.eysturkommuna.fo