Starvslýsing til eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði

Søkt verður eftir heilsurøktara og sjúkrarøktarfrøðingi til eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólk, og fyri at skapa teimum góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir. Talan er um størv á fulla tí ella eftir avtalu, at arbeiða í skiftandi vaktum. At byrja 1. juni 2021. Arbeiðið í Vesturstovu snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt og umsorgan til eldri borgarar.

Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur, heilsurøktari. Um tú ikki hevur útbúgving, kunnu vit bjóða tær tíðaravmarkað starv ella starv sum avloysari.

Vit vænta at tú:

  • Hevur útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari.
  • Góð samstarvsevni.
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu.
  • Jaligan hugburð
  • Evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing.
  • Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við borgaran.
  • Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum.
  • Ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar.
  • Gott samstarv við onnur fakfólk. 

Áhugaði, ið ynskja at vita meira um størvini, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32.

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu verða okkum í hendi, áðrenn fríggjadagin 7. mai 2021 á middegi. 

Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til nand@eystur.fo  ella til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta.