Starvslýsing til eldrasambýlið Vesturstova

Søkt verður eftir reingerðarfólki og tveimum røktarstarvsfólkum til eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði

Reingerðarfólk

Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til at gera reint á eldrasambýlinum Vesturstovu. Talan er um eitt starv á 20 t/viku at byrja 1. mars 2021.

Vit vænta at:

  • tú ert ein álítandi og ábyrgdarfullur persónur
  • tú ert fyrikomandi, fleksibul og arbeiðssom/samur
  • tú ert likamliga og sálarliga væl fyri
  • tú megnar at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

Røktarstarvsfólk

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær, vit leita eftir.

Talan er um størv í miðal 32 t/viku at arbeiða í skiftandi vaktum. At byrja 1. apríl 2021. 

Krøv til førleika

  • Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur/heilsurøktari ella heilsuhjálpari
  • Góð samstarvsevni
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum
  • Evni og áhuga fyri at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Evni at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við borgaran
  • Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt framtakshugað arbeiðspláss, góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk

Áhugaði, ið ynskja at vita meira um størvini, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32.

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu verða okkum í hendi áðrenn fríggjadagin 26. februar 2021 á middegi. 

Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta.