Back
Skrivað tann 7. januar 2019

Starvslýsing til eldrasambýlið Vesturstova

Søkt verður eftir heilsurøktara/heilsuhjálpara til eldrasambýlið Vesturstova í Fuglafirði

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki, og fyri at skapa teimum góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Talan er um starv á fulla ella niðursetta tíð, at arbeiða í skiftandi vaktum. Starvið er at byrja 15. februar 2019.

Krøv til førleika

• Útbúgving sum heilsurøktari/heilsuhjálpari.
• Góð samstarvsevni.
• Góð evni at samskifta í skrift og talu.
• Áhuga í at arbeiða við eldri borgarum.
• Evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing.
• Dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við borgaran.
• Sær týdningin av fyribyrgjandi tænastum.

Vit kunnu bjóða tær

• Eitt framtakshugað arbeiðspláss, góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar.
• Gott samstarv við onnur fakfólk.

Áhugaði, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 73 02 32.

Umsóknarfreist
Umsóknir skulu verða okkum í hendi, áðrenn týsdagin 22 januar 2019 á middegi.

Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til nand@eystur.fo ella til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta