Starvslýsing: reingerðarfólk til eldrasambýlið Vesturstovu

Vit leita eftir einum dugnaligum og ábyrgdarfullum starvsfólki til at gera reint í eldrasambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði. Talan er um barnsburðarfarloyvisstarv at byrja 1. november á 28 t/vikuna.

Vit vænta, at:

  • tú ert álítandi og ábyrgdarfull/ur
  • tú ert fyrikomandi, fleksibul og arbeiðssom/samur
  • tú ert likamliga og sálarliga væl fyri
  • tú megnar at skipa arbeiðið sjálv/ur og kann arbeiða sjálvstøðugt

Vit kunnu bjóða tær:

  • góðar arbeiðsumstøður 
  • gott samstarv við onnur fakfólk.

Starvsetan og løn 

Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at byrja 1. november 2022 ella eftir nærri avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála við Føroya Arbeiðarafelag.

Áhugaði, ið ynskja at vita meira um starvið, kunnu venda sær til Elsebeth Viðoy Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232.

Umsóknarfreist

Umsóknir skulu verða okkum í hendi áðrenn fríggjadagin 7. oktober 2022 á middegi. 

Umsóknir skulu sendast til elsebeth@eystur.fo ella til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta. 

Search by