Starvsfólk til Eldrasambýlið Giljagarð í Leirvík

Vit sóknast eftir starvsfólki, sum ynskir at skapa góð og virðilig kor til eldri borgarar. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv frá 15.nov 2021 til apríl 2022. Starvið er á 32 tímar um vikuna í skiftandi vaktum.

Starvið snýr seg í høvuðsheitum um at veita røkt til eldri borgarar.

Dentur verður lagdur á, at tú hevur: 

  • Førleika, hegni og áhuga í at veita eldri borgarum stuðul og hjálp at megna sín dagligdag
  • Evni og áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurvenjing
  • Góð evni at samstarva
  • At tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum
  • Tað er ein fyrimunir, um tú hevur útbúgving sum heilsurøktari ella heilsuhjálpari, men ikki eitt krav

Vit kunnu bjóða 

  • Eitt sera hugnaligt og heimligt arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Setan og løn

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Annu Hanusson Joensen, virkandi deildarleiðara á Giljagarði, á tlf. 730282 

Umsóknir

Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. okt. 2021. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd – Oyran 2  – 512 Norðragøta, ella á teldupost: annahj@eystur.fo
_____________________________________________________________________________

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens, og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.   
Sí meira um Heimatænastuna Nánd hjá Eysturkommunu og Fuglafjarðar