Sp/F TJ Smíð

Trygvi Jóhanson eigur og rekur einstaklingafyritøkuna Sp/f TJ Smíð. Ikki kann sigast annað enn, at Trygvi hevur sera drúgvar royndir sum timburmaður. Í 1986 fór hann í timburlæru hjá Jákupi Jacobsen í Gøtu Byggivirki, og hevur hann verið í vinnuni støðugt síðani. Umframt í Føroyum hevur Trygvi eisini arbeitt í Danmark, Norra og Týsklandi.

Í 2007 stovnaði hann so fyritøkuna Sp/f TJ Smíð, og hann hevur nógv at gera. Fyritøkan ger alt frá nýbygningum til vanligt umvælingararbeiði sum t.d. skifta tøk og vindeygu. Harumframt dámar Trygva væl at gera stoypiarbeiði.

Trygvi hevur haft fleiri mans í arbeiði, men í løtuni er hann einsamallur. Eisini hevur hann haft onkran í læru. Tað eru tó ikki nógv, sum spyrja um lærupláss sum timburmenn í hesum døgum.

Sum hjá flestu timburmonnum er tað nógv at gera fyri tíðina, og serliga um summarið er stórt trýst á. Sp/f TJ Smíð ger tað mesta arbeiði í Eysturoynni og Norðoyggjum. Okkurt arbeiði er tó eisini í Tórshavn og í Vágunum.

Search by