Á havnalagnum í Leirvík liggur einstaklingafyritøkan Sp/F Primafisk, sum Jan E. Petersen eigur og rekur. Fyritøkan, sum upprunaliga kallaðist Jet Food, bleiv stovnað í 2005 og heldur til í leigaðum framleiðsluhølum hjá Tavuni.
Í framleiðsluhølinum standa stórar maskinur, sum framleiða tær vørur, sum Primafisk selur. Her er t.d. talan framkomnan miksara, kókarar og pakkimaskina. Høvuðstilfarið til vørurnar er gulllaksur frá Tavuni.
Primafisk er serliga kent fyri heilsugóðu og gluténfríu fiskapylsurnar, sum eru væl egnaðar til bæði døgurða og viðskera. Pylsan inniheldur ikki tilsetingarevni, samstundis sum feittinnihaldið kemur av fiskafita og plantolju.
Fiskapylsan fæst sum knettipylsa, grønmetispylsa, karrypylsa, BBQ pylsa, laksapylsa og sum pylsa við kryddurtum. Harafturat er ein makrelpylsa, ið helst er einasta føroyska meirviðgjørda makrelvøran.
Harumframt framleiðir Primafisk eisini fiskasuppu og fiskaburgarar. Fiskaburgararnir verða framleiddir í samstarv við Krás. Jan E. Petersen, ið hevur arbeitt nógv sum kokkur, mennir sjálvur vørurnar. Samanlagt framleiðir Primafisk fleiri tons av lidnari vøru árliga.
Kappast við útlendskar páleggsfyritøkur
Tað er ongin annar í Føroyum sum ger somu vørur sum Primafisk, so fyritøkan kappast serliga við útlendskar páleggsfyritøkur sum t.d. Tulip og 3-stjernet. Sølan gongur tó væl, og fyritøkan hevur havt framgongd á nærum hvørjum árið.
Jan E. Petersen sigur at framleiðsluorkan er ov stór til heimamarknaðin, og tískil arbeiðir hann í løtuni við at sleppa inn á útlendska marknaðin.
Umframt at vørurnar hjá Primafisk fáast í flestu matvøruhandlum í Føroyum, so sæst Primafisk eisini aftur innan catering, í kantinum og stórkøkum.