Sp/F Defined Energy

Í 2008 fekk íverksetarin, Heri Schwartz Jacobsen, hugskotið um hitavekslara ið endurnýtur hitan frá frárensluvatninum. Hetta var samstundis startskotið til fyritøkuna Sp/F Defined Energy, sum hevur høvuðssæti í Brimborg við Gøtugjógv.

Sum hjá flestu íverksetarum, so er tað nógv arbeiði sum skal gerast áðrenn hugskotið kemur út á marknaðin. M.a. skal søkjast um patent, íleggjarar skulu finnast og framleiðslan skal mennast. Søkt var um patent longu í 2011(patentið er komið upp á pláss), fleiri størri føroyskir íleggjarar eru í fyritøkuni, og nú er hitavekslarin mentur somikið væl, at í ár koma væntandi tvey sløg av hitaavekslarum út á marknaðin.

Tann fyrri hitavekslarin, eitur SWIM og er til størri bygningar. Prototypan av hesum vekslaranum hevur virkað í svimjihøllini í Tórshavn í nøkur ár og hevur roynst væl, tí tey hava hava spart umleið 27.000 litrar av olju um árið. So sigast má, at vekslarin er ómetaliga effektivur.

Tann seinni hitavekslarin er til húsarhald og eitur HOME. Eini sethús vildi í dag spart eini 4000 kr. um árið við HOME, so mett verður, at íløgan verður spard innaftur upp á 3-5 ár. Felags fyri bæði SWIM og HOME er, at hitavekslarin kann setast til oljufýring, fjarhita, jarðhita og sólsellu.

Marknaðurin fyri báðum hitavekslarunum verður í fyrstu atløgu Skandinavia, England og Týskland. Her fer Sp/F Defined Energy at vísa á hvussu effektivur hitaveklslarin er, og harumframt kann fyritøkan eisini vísa á,  at tey hava vunnið “Grønu virðislønina 2016” hjá Tórshavnar kommunu, og “Ársins átak 2015” hjá Vinnuhúsinum.

Sp/F Defined Energy samráðist í løtuni við týskar, svenskar og danskar fyritøkur um at framleiða hitavekslararnar. Ætlanin var at framleiða alt í Føroyum, men tað vísti seg skjótt, at tað verður alt ov dýrt. Tískil verður alt framleitt uttanlanda at byrja við, og síðan verður mett um tað loysir seg at flyta framleiðsluna heim til Føroyar. Í kjallarinum í Brimborg er tó eitt stórt útviklingshølið, við fleiri framkomnum maskinum.

Í dag arbeiða trý fólk í Sp/F Defined Energy. Heri Schwartz Jacobsen arbeiðir sjálvur fulla tíð, meðan foreldrini Lenny og Amaliel arbeiða parttíð. Umframt hesi, hevur fyritøkan eisini eitt sølulið í Danmark.

Search by