Spennandi størv á demensdeildini

Spennandi og avbjóðandi størv á demensdeildini á Gøtubrá!

Brennur tú fyri at skapa heimligar umstøður fyri menniskju, ið hava sjúkuna demens? Og hevur tú áhuga í at vera partur av at menna fakligu dygdina á deildini? So er tað tær, vit leita eftir.

Eldrasambýlið Gøtubrá er 15 ára gamalt. Húsið er væl innrættað og er í tveimum hæddum. 10 húsfólk búgva á ovaru hæddini, og 8 húsfólk búgva á niðaru hæddini. Demensdeildin húsast á niðaru hæddini, og her starvast allir heilsu fakbólkar umframt køks- og reingerðarstarvsfólk. Á demensdeildini eru trý starvsfólk á dagvakt, trý á kvøldvakt og eitt á náttarvakt. Náttarvaktin samstarvar við náttarvaktina á ovari hæddini.

Vit eru í eini tilgongd at menna arbeiðið á demensdeildini við arbeiðssetninginum; “at tryggja fakliga dygd og umsorgan í heimligum umhvørvi”. Sí meir um Nánd her.

Farloyvisstarv

Einum heilsuhjálpara, at arbeiða 28 tímar um vikuna frá 1. feb 2020 til 31. des 2020. Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti. 

Fast starv

Einum heilsuhjálpara at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 1. feb 2020.  Arbeitt verður í skiftandi vaktum og annaðhvørt vikuskifti. 

Dentur verður lagdur á at tú:

  • Hevur útbúgving sum heilsuhjálpari
  • Hevur serligan áhugað í demensjúkum og eldrarøkt
  • Av lyndi ert tú tolin, nærverandi, jalig/ur, rólig/ur og glað/ur
  • Kann vera kreativ/ur og nýhugsandi
  • Dugir at samstarva við allar fakbólkar
  • Ert broytingarsinnaður

Vit kunna bjóða:

  • Innleiðsludagar
  • Góðar starvsfelagar
  • Eitt arbeiðsumhvørvi, ið er í  einari broytingartilgongd
  • Eitt spennandi starv við avbjóðandi og fjølbroyttum arbeiðsuppgávum
  • Møguleika fyri at taka viðkomandi skeið 

Starvsetan og løn

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til: Anniku H. Kallsberg, deildarleiðara á Gøtubrá tlf. 73 02 52. Umsókn við prógvum, lívsrensli/CV o. ø. skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi tann 16. des 2019 kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: nand@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.