Back
Skrivað tann 10. apríl 2019

Spennandi starv í teknisku umsiting í Eysturkommunu

Ert tú byggifrøðingur ella hevur aðra hóskandi útbúgving, er eitt spennandi starv í teknisku umsiting í Eysturkommunu leyst at søkja.

Talan er um eitt sjálvstøðugt og avbjóðandi starv, har tann setti hevur møguleika at seta dám á gerandisdagin og menna tekniska økið í kommununi.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur royndir í verkætlanum, royndir frá kommunalari umsiting, kunnleika til 360 journalskipanina, kunnleika til ArcGIS kortskipaninia og dugir at brúka AutoCAD ella Revit.

ARBEIÐSØKIÐ

·        byggimálsviðgeri

·        verkætlanir

·        viðgerð og avgreiðsla av innkomnum málum á tekniska økinum

·        samskifta við borgara og myndugleikar

·        skráseting

FØRLEIKAR

·        byggifrøðingur ella líknandi útbúgving

·        kunnleika til byggisamtyktir og býarskipanir

·        góðan telduførleika

·        opin og fyrikomandi og góð evni at samstarva

Lønar- og setanartreytir

Talan er um fulltíðarstarv, ið verður sett 1. juni 2019, ella eftir nærri avtalu. Tann setti vísir beinleiðis til tekniska leiðaran.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarðandi yrkisfelag og KAF.

Umsóknir

Umsóknin saman við CV skal sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 13. mai 2019.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jógvan Ósá, tekniska leiðara á telefon 730013 ella á jogvan@eystur.fo