Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu søkir eftir sosialráðgeva. Talan er um eitt barsilsstarv á 39 tímar um vikuna frá 1. november 2024 til 15 desember 2025.
Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við góðum og dugnaligum starvsfeløgum. Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Arbeiðið umfatar m.a. málsviðgerð, kanningararbeiði, samrøður við børn, ung og vaksin – at stuðla og ráðføra familjum, børnum og ungum við avbjóðingum.
Í starvinum kann væntast nógv samskifti og samstarv við aðrar samstarvsfelagar. Her verður serliga hugsað um samstarv við málsviðgerar, sálarfrøðingar, familjuráðgevar, heilsufrøðingar, starvsfólk á dagstovnum og skúlum.
Tú skalt tískil kunna luttaka virkin á tvørfakligum fundum v.m.
Vit vænta at tú:
Løn
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya og
viðkomandi fakfelag.
Umsókn
Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan, skulu vera Barnaverndartænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, Karvatoftir 4B, 530 Fuglafjørður í hendi í seinasta lagi hósdagin tann 26. september 2024 kl. 15.00. Eisini ber til at senda umsókn v.m. á teldupost: ingi@fuglafjordur.fo
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Hansen, leiðara á telefon +298 23 80 56