Søkt verður eftir starvsfólki til dagtilhaldið í Doktarahúsinum í Fuglafirði

Brennur tú fyri eldraøkinum og fyri at skapa góð og virðilig kor fyri tey, ið eru rakt av demens, so hevur tú møguleika at gerast eitt av okkara starvsfólkum.

Endamálið við tilboðnum er at stuðla heimabúgvandi, ið hava demens, til ein virðiligan, virknan og innihaldsríkan gerandisdag í góðum felagsskapi, so hesi kunnu búgva heima longst møguligt.

Talan er um starv á brøk 0,7. Arbeiðstíðin er kl 9-16 yrkadagar.

Vit vænta at tú:

  • hevur røktarfakliga/heilsufakliga útbúgving
  • hevur áhuga og hegni at vera um menniskju, ið eru rakt av demenssjúku
  • ert rúmlig/ur, tolin, kreativ/ur og tolir, at tingini ikki altíð ganga sum ætlað
  • hevur gott eyga fyri førleikum hjá hvørjum einkultum borgara og dugir at brúka hesar í arbeiðinum
  • megnar at samskifta á ein virðiligan hátt, bæði við tann demensrakta, tey avvarðandi og starvsfelagar
  • ert ábyrgdarfull/ur, arbeiðssom/samur og nærløgd/lagdur, eisini tá ið talan er um praktiskar uppgávur, ið skulu loysast
  • hevur áhuga og evni til tvørfakligt samstarv
  • hevur hegni/royndir at ráðgeva starvsfólki, avvarðandi og øðrum í mun til demens
  • hevur KT-førleika á brúkarastøði

Útbúgving sum demenssamskipari er ein fyrimunur.

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt framtakshugað arbeiðspláss 
  • fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk

Umsóknarfreist:

Umsóknir skulu verða okkum í hendi áðrenn hósdagin 6. oktober 2022 kl. 12:00. 

Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til elsebeth@eystur.fo  ella til:

Nánd
Oyran 2
512 Norðragøta. 

Starvssetan og løn:

Starvið hevur tilvísing til deildarleiðaran og verður at byrja 1. november 2022 ella eftir nærri avtalu.

Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg.  Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara á tlf. 730232.

Search by