Skrivstovufólk til skúlan í Eysturkommunu

Hevur tú áhuga fyri fyrisitingarligum arbeiði og hevur evni og hug at umgangast børn og ung, er eitt spennandi skrivstovustarv í skúlanum í Eysturkommunu leyst at søkja.

Tann setti kemur, undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, at avgreiða fyrisitingarligar uppgávur í skúlanum.

FØRLEIKAR

  • góðan  málførleika eins og neyðugt er at hava góðan førleika at nýta teldu.
  • kunnleiki til mannagongdir og skipanir í skúlaverkinum er ein fyrimunur
  • dugir at samstarva og er fyrikomandi
  • er fús/ur at taka á seg tær uppgávur, sum eru í skúlanum
  • er stundislig/ur og nærløgd/nærlagdur

Lønar- og setanartreytir

Talan er um starv á hálva tíð, ið verður sett 1. oktober 2019 ella skjótast tilber. Tann setti vísir beinleiðis til skúlastjóran.

Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og KAF.

Umsóknir

Umsóknin saman við CV skal sendast til:

eystur@eystur.fo

Umsóknarfreistin er mánadagin 02. september 2019.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Atla Fróða Johansen, skúlastjóra á telefon 730070.

_____________________________________________________________________________________________________________________________________

Skúlin í Eysturkommun hevur umleið 270 næmingar í 8 árgangum. Við skúlan starvast 25 lærarar, 2 námsfrøðingar, 4 stuðlar, 1 umsjónarmaður og 6 reingerðingarfólk. Áhugað kunnu lesa meira um skúlan á heimasíðuni: www.skeyk.com