Fyri sálarfrøðing, ið fer í barnsburðarfarloyvi, søkir Barnaverndartænastan í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu eftir sálarfrøðingi í tíðarskeiðnum frá 1. mars 2021 til 30 juni 2022. Starvið er 30 tímar um vikuna.
Talan er um eitt avbjóðandi og spennandi starv á einum góðum arbeiðsplássi við góðum starvsfeløgum. Arbeiðið í Barnaverndartænastuni hevur til endamáls at tryggja, at børn og ung í aldrinum frá 0 til fylta 23. árið, sum liva undir viðurskiftum, ið kunnu skaða teirra heilsu og menning, fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur.
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Inga Hansen, leiðara á telefon +298 23 80 56 ella á t-post: ingi@fuglafjordur.fo
Skrivlig umsókn, saman við viðmælum og upplýsingum um útbúgving, royndir og revsiváttan, skal vera Barnaverndartænastuni í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu, Karvatoftir 4B, 530 Fuglafjørður, í hendi í seinasta lagi mánadagin tann 25. januar 2021.
Um neyðugt, tilskila vit okkum rætt til ongan av umsøkjarunum at velja.